Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Vit fáa frælsi í framtíðini, takkað veri Gudi og Kristusi

Vit fáa frælsi í framtíðini, takkað veri Gudi og Kristusi

Hvat hevur tú at stríðast við? Ert tú eitt familjuhøvd, sum hevur nógv um at vera? Ert tú ein einlig mamma ella einligur pápi, sum roynir at fáa endarnar at røkka saman? Ert tú eitt barn, sum verður happað í skúlanum? Hevur tú ringa heilsu, ella stríðist tú við høgan aldur? Vit hava øll okkurt at stríðast við, og nógv av okkum hava fleiri trupulleikar í senn. Men skjótt sleppa vit undan øllum hesum. – 2Kor 4:16-18.

Inntil tá er tað ein troyst at vita, at Jehova skilur, hvat vit stríðast við. Hann virðismetir, at vit eru trúføst og halda út, og hann hevur stórar signingar til okkum í framtíðini. (Jer 29:11, 12) Jesus hevur eisini áhuga fyri hvørjum einstøkum av okkum. Hann er við okkum, tá ið vit gera okkara besta fyri at vera góð kristin. (Mt 28:20) Tá ið vit steðga á og hugsa um tað frælsið, sum vit fáa undir Guds ríki, verður vónin meira verulig, og vit verða meira avgjørd um at klára trupulleikarnar, sum vit hava nú. – Róm 8:19-21.

HYGG AT VIDEONUM HOLD BLIKKET RETTET MOD JESUS FØR STORMEN KOMMER! – VELSIGNELSER UNDER RIGETS STYRE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu bleiv mannaættin fremmand fyri Gudi, og hvat hevur tað havt við sær?

  • Hvussu verður framtíðin hjá teimum, sum eru trúføst móti Jehova?

  • Hvussu ber tað til, at vit kunnu fáa eina so fantastiska framtíð?

  • Hvat gleðir tú teg til í nýggja heiminum?

Ímynda tær, at tú ert í nýggja heiminum