LÍVIÐ SUM KRISTIN
Vit eru skipað at boða fyri øllum
Eins og Jehova skipaði ísraelsfólk í forðum, skipar hann eisini sítt fólk í dag til at gera sín vilja. Um allan heimin eru deildarskrivstovur, fylki, samkomur og tænastubólkar, sum stuðla boðanararbeiðinum. Vit boða fyri øllum, eisini teimum, sum tosa eitt annað mál. – Opb 14:6, 7.
Hevur tú hugsað um at læra eitt annað mál, so tú kanst hjálpa onkrum at læra sannleikan at kenna? Um tú ikki hevur tíð til at læra eitt nýtt mál, kanst tú brúka JW Language appina og læra eina einfalda framløgu. Tá ið tú brúkar hana í boðanini, upplivir tú kanska somu gleðina, sum okkara brøður í fyrstu øld gjørdu. Teir blivu so glaðir, tá ið fólk úr øðrum londum blivu ovfarin av at hoyra um „stóru verk Guds“ á sínum egna máli. – Áps 2:7-11.
HYGG AT VIDEONUM BLIV JEHOVAS VEN – FORKYND PÅ ET ANDET SPROG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Nær kundi tú brúkt JW Language appina?
-
Hvørji góð amboð eru í henni?
-
Hvørji mál tosa fólk í tínum øki?
-
Hvat skalt tú gera, um onkur, sum vísir áhuga fyri sannleikanum, tosar eitt annað mál? – od-D 100-101 stk. 39-41