GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI
Hjálp tínum bíbliulestrarnæmingi at koma á møti
Møtini í samkomuni eru ein viktigur partur av sonnu tilbiðingini. (Slm 22:23) Tey, sum koma saman fyri at tilbiðja Jehova, verða glað og fáa nógvar signingar. (Slm 65:5) Teir bíbliulestrarnæmingarnir, sum ganga fast á møti, gera sum oftast skjótari framstig.
Hvussu kanst tú hjálpa tínum næmingi at koma á møti? Blív við at bjóða honum. Vís honum videoið Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali? Forklára honum, hvussu møtini kunnu gagna honum. (lff partur 10) Tú kanst fortelja honum okkurt, sum tú hevur lært á møtunum, ella nevna hvørji evni verða viðgjørd á einum komandi møti. Gev næminginum lesnaðin, sum vit brúka á møtunum. Og bjóða tær til at hjálpa við onkrum, til dømis at fara eftir honum. Tá ið tú so sært næmingin á møti fyri fyrstu ferð, er tað tað heila vert. – 1Kor 14:24, 25, Dahl/Viderø.
HYGG AT VIDEONUM HJÆLP DIN BIBELSTUDIEELEV TIL AT OVERVÆRE MØDERNE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvønn møguleika brúkti Nellie til at bjóða Lærke á møti?
-
Hví verða vit glað, tá ið ein næmingur kemur á møti?
-
Hvat upplivdi Lærke, tá ið hon var á møti fyrstu ferð?