LÍVIÐ SUM KRISTIN
Fá størri álit á Guds orð
Bíblian kann broyta okkara lív. (Heb 4:12) Men viss vit skulu fáa gagn av vegleiðingini og ráðunum í henni, mugu vit vera sannførd um, at hon veruliga er Guds orð. (1Tess 2:13) Hvussu kunnu vit fáa størri álit á Bíbliuna?
Les eitt petti í Bíbliuni hvønn dag. Meðan tú lesur, kanst tú royna at leggja merki til ymiskt, sum vísir, at Bíblian er frá Gudi. Hugsa til dømis um, hvussu tú kanst brúka tey góðu ráðini, sum standa í Orðtøkunum, í gerandisdegnum. – Orð 13:20; 14:30.
Far í djúpdina. Set teg væl inn í prógvini um, at Bíblian er frá Gudi. Hygg í Researchguide for Jehovas Vidner undir „Bibelen“ og síðani undir „Inspireret af Gud“. Tú kanst eisini styrkja tína trúgv upp á, at boðskapurin í Bíbliuni ikki er blivin broyttur við at lesa greinina „Hvussu hevur Bíblian yvirlivað fram til okkara tíð?“ (Vaknið! november 2007)
HYGG AT VIDEONUM HVORFOR VI TROR PÅ … GUDS ORD, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu váttar tað, sum stendur á einum tempulmúri í Karnak í Egyptalandi, at Bíblian er sonn?
-
Hvussu vita vit, at boðskapurin í Bíbliuni ikki er broyttur?
-
Hví er tað, at Bíblian hevur yvirlivað fram til í dag, eitt prógv um, at hon er Guds orð? – Les Esaias 40:8