Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Jehova hjálpir okkum at halda út

Jehova hjálpir okkum at halda út

Á hesum síðstu døgum eru vit fyri nógvum royndum. Av og á føla vit kanska, at vit ikki klára at bera tað. Men um vit halda okkum nær til Jehova, hjálpir hann okkum at klára sjálvt tær ringastu royndirnar. (Es 43:2, 4) Hvussu kunnu vit halda okkum nær til Jehova, tá ið vit hava tað ringt?

Bøn. Tá ið vit fortelja Jehova, akkurát hvussu vit hava tað, gevur hann okkum frið í sinnið og styrki til at halda út. – Flp 4:6, 7; 1Tess 5:17.

Møti. Vit hava meir enn nakrantíð brúk fyri tí andaliga matinum og uppmuntrandi samveruni, sum Jehova gevur okkum á møtunum. (Heb 10:24, 25) Tá ið vit fyrireika okkum, eru til staðar og luttaka í møtunum, fáa vit fulla nyttu av øllum tí, sum Jehova gevur okkum gjøgnum sín heilaga anda. – Opb 2:29.

Boðan. Tað er lættari hjá okkum at fokusera upp á tað positiva, tá ið vit hava úr at gera í boðanini. Vit blíva betri vinir við Jehova og tey, sum vit eru í boðanini saman við. – 1Kor 3:5-10.

HYGG AT VIDEONUM JEHOVA VIL TAGE SIG AF DIG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat hjálpti Malu at halda seg nær til Jehova, tá ið hon hevði tað ringt?

  • Hvussu kunnu orðini í Sálmi 34:19 ugga okkum, tá ið vit hava tað ringt?

  • Hvussu vísir dømið við Malu, at Jehova gevur okkum eina „ómetaliga kraft,“ tá ið vit hava tað ringt? – 2Kor 4:7