LÍVIÐ SUM KRISTIN
Lær teg at hugsa sum Jehova
Vit vilja gjarna gleða Jehova í øllum, sum vit gera. (Orð 27:11) Tí taka vit avgerðir, sum eru í samsvari við hansara máta at hugsa upp á, eisini sjálvt um eingin greið lóg er. Hvussu gera vit tað?
Studera Bíbliuna regluliga. Hvørja ferð vit lesa í Bíbliuni, er tað sum um, vit eru saman við Jehova. Tá ið vit leggja merki til, hvussu Jehova fór við sínum fólki, antin tey gjørdu nakað gott ella ónt, finna vit út av, hvussu hann hugsar. Og tá ið vit skulu taka eina avgerð, kann heilagi andin minna okkum á viktigar tankar og meginreglur, sum vit fyrr hava studerað um í sambandi við okkara bíbliulesing. – Jóh 14:26.
Kanna málið. Tá ið tú skalt taka eina avgerð, kanst tú hugsa um, hvørji ørindi ella frásøgur í Bíbliuni kunnu hjálpa tær at skilja, hvat Jehova heldur um málið. Bið Jehova um hjálp, og brúka lestraramboðini, sum eru tøk á tínum máli, fyri at finna meginreglur í Bíbliuni, sum passa til støðuna, tú ert í. – Slm 25:4.
HYGG AT VIDEONUM VI MÅ ’LØBE MED UDHOLDENHED’ – SPIS NÆRENDE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørjum trýsti var systirin fyri?
-
Hvussu kundi tú brúkt lestraramboðini, tá ið tú ert í eini líknandi støðu?
-
Hvussu gagnar tað okkum at brúka tíð upp á at studera persónliga? – Heb 5:13, 14