LÍVIÐ SUM KRISTIN
Set tær mál í sambandi við minningarhøgtíðina
Vit gleða okkum á hvørjum ári til minningarhøgtíðina. Í vikunum áðrenn og aftaná plaga vit at gera nakað eyka fyri at takka og prísa Jehova fyri loysigjaldið. (Ef 1:3, 7) Til dømis royna vit at bjóða so nógvum sum gjørligt við til minningarhøgtíðina. Hjá summum ber tað til at laga tíðina soleiðis, at tey kunnu vera hjálparpionerar í mars ella apríl og hava eitt mál upp á 30 ella 50 tímar. Hevur tú hug at gera meira í boðanini hesa tíðina? Hvussu kann tað eydnast hjá tær?
Ofta náa vit meira, tá ið vit leggja ætlanir. (Orð 21:5) Minningarhøgtíðin nærkast við ferð, og tí er tað gott at leggja ætlanir longu nú. Hugsa um, hvussu tú kanst gera meira í boðanini í sambandi við minningarhøgtíðina, og hvat tú skalt gera fyri at røkka tínum málum. Bið Jehova um at signa tínar ætlanir. – 1Jóh 5:14, 15.
Hvussu heldur tú, at tú hevði kunnað gjørt meira í tíðini kring minningarhøgtíðina?