Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

15.-21. januar

JOB 36-37

15.-21. januar

Sangur nr. 147 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hví kanst tú líta á Guds lyfti um ævigt lív?

(10 min.)

Jehova livir í allar ævir (Job 36:26; w15-D 1/10 13 stk. 1-2)

Jehova hevur vísdóm og vald at halda øllum á lívi (Job 36:27, 28; w20.05-D 22 stk. 6)

Jehova lærir okkum, hvussu vit kunnu fáa ævigt lív (Job 36:4, 22; Jóh 17:3)


Tá ið vit trúgva á Guds lyfti um ævigt lív, hjálpir tað okkum at klára trupulleikar. – Heb 6:19; w22.10 28 stk. 16.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Job 37:20, NWT – Hvussu fekk mann tíðindi á Bíbliunnar døgum? (it-2-D 10)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ALMENN BOÐAN. (lmd partur 3, punkt 3)

5. Menn áhugan

(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. (lmd partur 2, punkt 5)

6. Fortel øðrum um tína trúgv

(5 min.) Fyrilestur. ijwfq 57, stk. 5-15 – Evni: Hví blivu Jehova vitni atsøkt undir holocaust? (th venjing 18)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 49

7. Fyrireika teg til eina støðu, sum krevur læknaviðgerð ella skurðviðgerð

(15 min.) Orðaskifti. Ein elsti stílar fyri.

Samskipanin hjá Jehova hevur givið okkum nøkur amboð, sum hjálpa okkum at akta Guds boð um blóð. (Áps 15:28, 29) Brúkar tú tey?

Boðskriv og fulltrú viðvíkjandi læknaviðgerð (dpa) og Samleikakort (ic): Hesi skjølini vísa, hvørji ynski sjúklingurin hevur í sambandi við at brúka blóð í læknaviðgerð. Doyptir boðarar kunnu fara til bókaborðið og biðja um eitt boðskriv. Teir kunnu eisini biðja um Samleikakort til børnini. Vit eiga altíð at hava hesi kortini uppi á okkum. Viss tú ikki hevur fylt eitt út, ella viss tað skal dagførast, mást tú ikki útseta tað.

Information til gravide (S-401) og Information til patienter der skal opereres eller have kemoterapi (S-407): Hesi bæði skjølini kunnu hjálpa okkum at vera betur fyrireikað, so vit minka um ella heilt sleppa undan støðum, har blóðspurningurin kann stinga seg upp. Viss tú ert upp á vegin, skalt hava eina skurðviðgerð ella viðgerð fyri krabbamein, kanst tú biðja teir elstu um eitt eintak av tí skjalinum, sum tú skalt brúka.

Samskiftisnevnd til sjúkrahús: Brøðurnir í samskiftisnevndini eru elstar, sum eru upplærdir til at hjálpa læknum og boðarum í sambandi við blóðspurningin. Teir kunnu tosa við læknan hjá tær um viðgerðir, sum ikki fevna um blóð. Um neyðugt, kunnu teir hjálpa tær at finna ein lækna, sum vil samstarva. Tað ber til at fáa fatur í teimum alt samdøgrið allar dagar í vikuni. Set teg í samband við samskiftisnevndina skjótast gjørligt, viss tú skalt innleggjast á sjúkrahús, hava eina skurðviðgerð ella aðra viðgerð – sum til dømis fyri krabbamein – eisini sjálvt um tú ikki roknar við, at blóðspurningurin stingur seg upp. Tað er eisini galdandi, viss tú ert upp á vegin. Viss tú hevur brúk fyri hjálp, kanst tú biðja ein elsta geva tær kontaktupplýsingarnar til samskiftisnevndina.

Vís VIDEOIÐ Kontaktudvalg til Hospitaler – Hvordan hjælper de os? Set síðani henda spurningin:

Hvussu kann samskiftisnevndin hjálpa tær, viss tú kemur í eina støðu, sum møguliga krevur læknaviðgerð?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 67 og bøn