Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

29. januar – 4. februar

JOB 40-42

29. januar – 4. februar

Sangur nr. 124 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hvat kunnu vit læra av tí, sum hendi við Job?

(10 min.)

Vit mugu minnast til, at vit ikki hava ta vitanina, sum Jehova hevur (Job 42:1-3; w10-D 15/10 3-4 stk. 4-6)

Vit mugu taka ímóti vegleiðing frá Jehova og hansara samskipan (Job 42:5, 6; w17.06-D 25 stk. 12)

Jehova signar tey, sum blíva við at vera trúføst móti honum, sjálvt um tey hava trupulleikar (Job 42:10-12; Ják 5:11; w22.06 25 stk. 17-18)

Jehova signaði Job, tí hann var trúfastur

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Job 42:7 – Hvønn kritiseraðu teir tríggir vinirnir hjá Job í veruleikanum, og hvussu kann henda vitanin hjálpa okkum, tá ið onkur spottar okkum? (it-2-D 873 stk. 6)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tann vitjaði er ikki kristin. (lmd partur 5, punkt 3)

5. Ger lærisveinar

6. Fyrilestur

(4 min.) lmd uppískoyti 1, punkt 2 – Evni: Jørðin verður ongantíð oyðiløgd. (th venjing 13)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 108

7. Vit kunnu hjálpa øðrum at føla, at Jehova elskar tey

(15 min.) Orðaskifti.

Vit eru so glað fyri at tilbiðja Jehova, sum er kærleikans Gud. (1Jóh 4:8, 16) Hann er góður og kerligur, og tað gevur okkum hug at vera hansara vinir og halda okkum nær til hansara. Vit, sum tæna Jehova, føla øll, at hann elskar okkum.

Vit gera okkara besta fyri at vísa kærleika sum Jehova við at fara væl við okkara familju, trúarfelagum og øðrum. (Job 6:14, Dahl/Viderø; 1Jóh 4:11) Tá ið vit vísa kærleika, hjálpa vit øðrum at læra Jehova at kenna og at fáa eitt gott samband við hann. Men viss vit ikki vísa øðrum kærleika, føla tey kanska ikki, at Jehova elskar tey.

Vís VIDEOIÐ Vi fandt kristen kærlighed i Jehovas familie. Set síðani henda spurningin:

Hvat lærir dømið við Lei Lei og Mimi teg um, hvussu viktigt tað er at vísa kærleika?

Hvussu kunnu vit hjálpa okkara brøðrum og systrum at føla, at Jehova elskar tey?

  • Vit mugu meta tey sum Guds dýrabara seyð. – Slm 100:3

  • Vit mugu vera positiv og uppbyggjandi, tá ið vit tosa við tey. – Ef 4:29

  • Vit mugu royna at seta okkum inn í, hvussu tey hava tað. – Mt 7:11, 12

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 126 og bøn