Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

20.-26. januar

SÁLMUR 138-139

20.-26. januar

Sangur nr. 93 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Halt teg ikki aftur, tí tú ert nervøsur

(10 min.)

Vit vilja gjarna prísa Jehova av øllum hjarta (Slm 138:1)

Bið Jehova hjálpa tær, viss tú ert nervøsur fyri at svara á møtunum (Slm 138:3)

Tað kann vera eitt gott tekn, at tú ert nervøsur (Slm 138:6; w19.01 10 stk. 10)

PREI: Viss tú svarar stutt, verður tú kanska ikki so nervøsur. – w23.04 21 stk. 7.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 139:21, 22 – Skulu vit fyrigeva øllum? (it-2-D 1003 stk. 5)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ALMENN BOÐAN. (lmd partur 2, punkt 3)

5. Ger lærisveinar

(4 min.) ALMENN BOÐAN. Bjóða eitt bíbliuskeið, og vís, hvussu tað gongur fyri seg. (lmd partur 10, punkt 3)

6. Fyrilestur

(5 min.) ijwyp grein 105 – Evni: Eg eri so smæðin – hvat kann eg gera? (th venjing 16)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 59

7. Tú kanst gleðast um tænastuna, sjálvt um tú ert smæðin

(15 min.) Orðaskifti.

Ert tú smæðin? Dámar tær best, at eingin leggur merki til tín? Fært tú ilt í búkin bara við tankan um at tosa við onnur? Tey, sum eru smæðin, halda seg kanska aftur við at gera okkurt, sum tey faktiskt hava hug til. Men nógv, sum eru smæðin, hava klárað at tosað við onnur um Bíbliuna og eru enntá farin at dáma tað. Hvat kunnu vit læra av teimum?

Vís VIDEOIÐ Selvom jeg er genert, gør jeg alt hvad jeg kan. Set síðani henda spurningin:

  • Hví var tað gott fyri Lauru at fylgja ráðnum frá ommuni um at leggja alla orku í at tæna Jehova?

Bíblian vísir, at Móses, Jeremias og Timoteus helst vóru smædnir. (2Mós 3:11; 4:10; Jer 1:6-8; 1Tim 4:12) Men kortini eydnaðist tað teimum at gera nógv gott í tænastuni, tí Jehova var við teimum. (2Mós 4:12; Jer 20:11; 2Tim 1:6-8)

Les Esaias 43:1, 2. Set síðani henda spurningin:

  • Hvat lovar Jehova teimum, sum tæna honum?

Hvussu kann Jehova hjálpa teimum, sum eru smæðin, at trívast í tænastuni fyri hann?

Vís VIDEOIÐ Hvordan din dåb vil føre til større glæde – Uddrag. Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu hevur Jehova hjálpt og stuðlað systur Jackson í boðanini?

  • Hvussu kann boðanin hjálpa teimum, sum eru smæðin?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 151 og bøn