Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

27. januar – 2. februar

SÁLMUR 140-143

27. januar – 2. februar

Sangur nr. 44 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Tú mást liva í samsvari við tínar bønir

(10 min.)

Tak ímóti ráðum og vegleiðing (Slm 141:5; w22.02 12 stk. 13-14)

Hugsa um, hvussu Jehova hevur hjálpt sínum tænarum fyrr og nú (Slm 143:5; w10-D 15/3 32 stk. 4)

Royn at síggja tingini, soleiðis sum Jehova sær tey (Slm 143:10; w15-D 15/3 32 stk. 2)

Í Sálmunum 140-143 lesa vit, at Dávid ikki bara bað um hjálp, men at hann eisini livdi í samsvari við tað, sum hann bað um.

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 140:4 – Hví samanbar Dávid tunguna hjá óndum menniskjum við tunguna hjá einum høggormi? (it-1-D 707 stk. 1)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Byrja eitt prát um eitt bíbilskt evni, aftan á at tú hevur hjálpt viðkomandi við onkrum praktiskum. (lmd partur 3, punkt 5)

5. Menn áhugan

(3 min.) ALMENN BOÐAN. Viðkomandi sigur, at hann hevur skund. (lmd partur 7, punkt 3)

6. Fortel øðrum um tína trúgv

(5 min.) Sýning. ijwfq grein 21 – Evni: Hví vilja Jehova vitni ikki hava blóð? (th venjing 7)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 141

7. Fyrireika teg til eina støðu, sum krevur skurðviðgerð ella aðra læknaviðgerð

(15 min.) Orðaskifti.

Jehova lovar okkum at vera ein „hjálp í neyðini“. (Slm 46:2) Tá ið mann skal hava eina skurðviðgerð ella aðra læknaviðgerð, kann mann lætt fara at stúra. Men Jehova hevur givið okkum alt, sum vit hava brúk fyri, so vit kunnu vera fyrireikað. Til dømis hevur hann gjøgnum sína samskipan syrgt fyri, at vit hava eitt Boðskriv og fulltrú viðvíkjandi læknaviðgerð, eitt Samleikakort  a og onnur skjøl um læknaviðgerð. b Haraftrat hava vit samskiftisnevndir til sjúkrahús. Alt hetta hjálpir okkum at fylgja Guds lóg um blóð. – Áps 15:28, 29.

Vís VIDEOIÐ Er du forberedt hvis du får brug for lægebehandling? Set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvussu hevur tað gagnað summum at útfylla eitt boðskriv?

  • Hvussu hevur skjalið Information til gravide (S-401) hjálpt summum?

  • Hví er tað viktigt, at tú setur teg í samband við samskiftisnevndina skjótast gjørligt, viss tú skalt innleggjast á sjúkrahús, hava eina skurðviðgerð ella aðra viðgerð – sum til dømis fyri krabbamein – eisini sjálvt um tú ikki roknar við, at blóðspurningurin fer at stinga seg upp?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 103 og bøn

a Doyptir boðarar kunnu fara til bókaborðið og biðja um eitt boðskriv. Teir kunnu eisini biðja um Samleikakort til børnini.

b Viss tað er neyðugt, kanst tú biðja teir elstu um hesi skjølini: Information til gravide (S-401), Information til patienter der skal opereres eller have kemoterapi (S-407) og Hvordan forældre kan beskytte deres børn mod misbrug af blod (S-55)