Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | LUKAS 10-11

Líknilsið um miskunnsama samverjan

Líknilsið um miskunnsama samverjan

10:25-37

Jesus fortaldi hetta líknilsið, tá ið hann svaraði spurninginum: „Hvør er tá næsti mín?“ (Luk 10:25-29) Hann visti, at nógv ymisk sløg av menniskjum fóru at vera í kristnu samkomuni – eisini samverjar og heidningar. (Jóh 12:32) Líknilsið lærdi lærisveinarnar, at teir skuldu gera alt, teir vóru mentir, fyri at vísa øðrum kærleika, sjálvt teimum, sum vóru nógv øðrvísi enn teir.

SPYR TEG SJÁLVAN:

  • ’Hvussu dámar mær brøður og systrar, sum koma úr eini aðrari mentan enn eg?’

  • ’Eri eg mest saman við teimum, sum eg havi nógv í felag við?’

  • ’Kann eg vísa størri kærleika við at læra onkran í samkomuni betri at kenna, sum hevur eina aðra bakgrund enn eg?’ (2Kor 6:13)

Hvørjum kann eg bjóða ...

  •  við mær í boðanina?

  •  heim at eta hjá mær?

  •  við til okkara næsta teokratiska familjukvøld?