GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI
Tala til hjartað
At akta Gud kemur frá hjartanum. (Orð 3:1) Tí mugu vit royna at tala til hjartað, tá ið vit undirvísa. Hvussu gera vit tað?
Tú skalt ikki bara læra næmingin bíbilskar sannleikar, men eisini hjálpa honum at skilja, hvussu teir ávirka hansara lív og vinalag við Jehova. Hann má eisini skilja, at normarnir í Bíbliuni avspegla Guds rættvísi og kærleika. Set spurningar, sum fáa næmingin at seta orð á, hvat hann hugsar um tað, sum hann lærir. Ver vinarligur og umhugsin, tá ið tú gert tað. Hjálp honum at skilja, at hann fær eitt betri lív, viss hann broytir ein skeivan hugburð ella sleppur sær av við ein ringan vana. Tá ið tú sært, at næmingurin elskar Jehova, veksur tín gleði.
HYGG AT VIDEONUM OPLEV GLÆDEN VED AT GØRE ANDRE TIL DISCIPLE – BLIV EN DYGTIGERE FORKYNDER – NÅ HJERTET, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví spurdi Nellie Lærke, um hon hevði hugsað meira um tað, sum tær tosaðu um mánadagin?
-
Hvussu hjálpti Nellie Lærke at skilja, at normarnir hjá Jehova vísa, at hann elskar hana?
-
Hvussu hjálpti Nellie Lærke at hugsa um, hvussu hon kundi vísa, at hon elskar Gud?