LÍVIÐ SUM KRISTIN
Far við eldri kvinnum sum við mammum, og yngri kvinnum sum við systrum
Bíblian sigur, at vit skulu fara við teimum eldru í samkomuni, sum vóru tey okkara foreldur, og teimum yngru, sum vóru tey okkara systkin. (Les 1. Timoteusarbræv 5:1, 2.) Brøður mugu í serligan mun vísa, at teir hava virðing fyri systrum.
Ein bróðir eigur ongantíð at flørta ella gera nakað annað, sum kundi fingið eina systur at følt seg illa. (Job 31:1) Og ein stakur bróðir eigur ikki at spæla við kenslurnar hjá eini stakari systur, so hon heldur, at hann er áhugaður í henni, hóast hann ikki er tað.
Teir elstu mugu lurta, tá ið ein systir fólkaliga setur ein spurning ella kanska enntá ger vart við okkurt, sum teir mugu taka sær av. Elstar eru serliga umhugsnir í sambandi við systrar, sum ongan mann eiga at verja seg. – Rutt 2:8, 9.
HYGG AT VIDEONUM VIS KÆRLIGHED I MENIGHEDEN – TIL ENKER OG FADERLØSE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu vístu tey í samkomuni, at tey virkuliga elskaðu systur Myint?
-
Hvussu var kærleikin hjá samkomuni ein góður vitnisburður í bygdini?
-
Hvussu ávirkaði kærleikin hjá samkomuni døturnar hjá systur Myint?
Hvussu kanst tú vísa, at tú hevur umsorgan fyri systrunum í tínari samkomu?