Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu skulu vit brúka uppskotini til samrøður?

Hvussu skulu vit brúka uppskotini til samrøður?

Í boðanini: Nógv arbeiði verður lagt í uppskotini til samrøður, og nógvir boðarar hava havt góð úrslit við teimum. Men eftirsum at umstøðurnar í heiminum eru ymiskar, sleppa vit at broyta spurningin, bíbliuørindið og spurningin til næstu ferð, alt eftir hvat riggar væl í okkara øki. Og viss vit halda, at tað riggar betur at tosa um eitt heilt annað evni, skulu vit endiliga gera tað. Men tá ið vit hava eitt serligt átak, skulu vit sjálvandi fylgja vegleiðingini, vit fáa. Okkara mál er altíð at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki, sum Jesus bað okkum. – Mt 24:14.

Á møtinum mitt í viku: Tá ið vit hava uppgávu, skulu vit brúka tað evnið, sum er í uppskotinum til samrøður (evnið í juli og august er til dømis Guds ætlan við menniskjunum). Men um einki annað stendur, kunnu vit broyta fyrsta spurning, bíbliuørindið, spurningin til næstu ferð og boðanarmátan, alt eftir hvat passar til økið hjá okkum. Hetta er ein broyting í mun til vegleiðingina, sum stóð á síðu 8 í arbeiðsheftinum frá juni 2020.