Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN | SET TÆR MÁL FYRI KOMANDI TÆNASTUÁRIÐ

Kanst tú flyta til eitt stað, har tørvurin er størri?

Kanst tú flyta til eitt stað, har tørvurin er størri?

Tað krevur trúgv at fara frá øllum tí heimliga og flyta til eitt stað, har tørvurin er størri. (Heb 11:8-10) Hvussu finnur tú út av, um tað er realistiskt hjá tær at flyta, og hvar tú skalt flyta? Tosa við teir elstu um tað. Les greinar um nøkur, sum eru flutt til eitt stað, har tørvurin er størri. Og tosa við nøkur, sum hava prøvað tað og hava verið glað fyri tað. (Orð 15:22) Bið Jehova hjálpa tær at taka eina góða avgerð. (Ják 1:5) Finn upplýsingar um tað økið, sum tú umhugsar at flyta til, og vitja tað í eina tíð, viss tað ber til, áðrenn tú tekur eina endaliga avgerð.

HYGG AT VIDEONUM VIS TRO, OG GÅ IND AD EN DØR TIL STOR AKTIVITET – FLYT TIL ET STED HVOR BEHOVET ER STØRRE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGINUM:

  • Hvørjum stúrdi Filip fyri, og hvat hjálpti honum?