DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Bið Jehova um hjálp
Jehova hoyrir okkum, tá ið vit rópa til hansara um hjálp (2Sám 22:7)
Jehova er nógv sterkari enn okkara fíggindar (2Sám 22:14-18; cl-D 19 stk. 11)
Jehova er trúfastur og fer altíð at hjálpa okkum (2Sám 22:26, NW; w10-D 1/6 26 stk. 4-6)
Jehova kann saktans fjerna okkara trupulleikar, men sum oftast er tað ikki tað, hann ger. Í staðin hjálpir hann okkum at halda út. Og tað ger hann gjøgnum sín heilaga anda, Bíbliuna og okkara brøður og systrar. (Slm 55:23) Hvat skulu vit gera fyri at fáa hjálpina frá Jehova?