Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Eitt serligt átak at bjóða bíbliuskeið í september

Eitt serligt átak at bjóða bíbliuskeið í september

Í september fara vit at bjóða so nógvum sum gjørligt eitt bíbliuskeið við at brúka heftið Eitt gott lív nú og í allar ævir. Tað ber til at vera hjálparpionerur við at brúka 30 tímar í boðanini. Hvussu skulu vit fara fram í hesum serliga átakinum?

  • Á fyrstu vitjan: Brúka baksíðuna á heftinum til at vekja áhuga. Og viss tað ber til, kanst tú vísa, hvussu eitt bíbliuskeið gongur fyri seg. Royn at koma í tankar um tey, sum fyrr hava víst áhuga, millum annað afturvitjanir. Sjálvt um tey fyrr hava sagt nei takk til at studera, hava tey kanska hug at royna okkara nýggja tilfar. Vit skulu ikki leggja heftið í postkassan hjá teimum, sum vit vitja fyrstu ferð og sum ikki eru heima. Vit skulu heldur ikki senda heftið til nøkur, sum ikki fyrr hava víst áhuga. Tænastunevndin í samkomuni kann skipa fyri eyka boðanarmøtum í hesum mánaðinum.

  • Aðrir møguleikar: Viss tit í samkomuni brúka lesnaðarvognar, skulu tit hava heftið Eitt gott lív nú og í allar ævir á vogninum. Fortel teimum, sum vísa áhuga fyri heftinum, at tey eisini kunnu fáa eitt ókeypis bíbliuskeið. Vís teimum í stuttum, hvussu eitt bíbliuskeið gongur fyri seg, ella avtala at vísa teimum tað seinni. Tænastuumsjónarmaðurin kann biðja skikkaðar boðarar um at vitja fyritøkur og bjóða teimum bíbliuskeið. Tú kanst eisini bjóða starvsfelagum ella øðrum, sum tú kemur í samband við, bíbliuskeið.

Jesus segði, at vit skulu gera fólk til lærisveinar og undirvísa teimum. (Mt 28:19, 20) Hetta átakið við heftinum Eitt gott lív nú og í allar ævir fer heilt sikkurt at hjálpa okkum at gera, sum Jesus segði.