DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Er tað, sum tú gevur, eitt offur fyri teg?
Dávid fekk boð um at gera eitt altar á treskiplássinum hjá Aravna (2Sám 24:18)
Aravna var gávumildur og vildi geva Dávidi jørðina og offurdjórini fyri einki (2Sám 24:21-23)
Dávid vildi ikki ofra nakað, sum ikki kostaði honum nakað (2Sám 24:24, 25; it-1-D 131-132)
Tá ið vit fegin geva Jehova av okkara tíð, orku og ognum, verður hann glaður. (w12-D 15/1 18 stk. 8) Hvørji mál kundi tú sett tær, so tú fært givið Jehova fleiri „lovoffur“? – Heb 13:15.