LÍVIÐ SUM KRISTIN | SET TÆR MÁL FYRI KOMANDI TÆNASTUÁRIÐ
Kanst tú vera pionerur?
Tá ið vit hava andalig mál, er tað lættari hjá okkum at brúka okkara tíð og orku upp á ein góðan máta, og tað er øgiliga viktigt, nú endin er so nær. (1Kor 9:26; Ef 5:15, 16) Í hesum arbeiðsheftinum eru greinar við uppskotum til hvørji mál, vit kunnu seta okkum. Tosið saman á teokratiska familjukvøldinum um hvørji mál, tit gjarna vilja røkka í komandi tænastuárinum, og minnist til at biðja Jehova um hjálp. – Ják 1:5.
Kundi ein í familjuni byrjað sum pionerur, viss tit øll hjálpast at? Ivast tú í, um tú kanst klára tímakravið? So kanst tú tosa við pionerar, sum hava líknandi umstøður sum tú. (Orð 15:22) Tit kundu eisini bjóðað einum pioneri heim til teokratiska familjukvøldið og sett honum spurningar um, hvussu tað er at vera pionerur. Roynið síðani at gera eina tímaætlan fyri at vita, um tað ber til. Hevur tú verið pionerur fyrr? Hvussu eru tínar umstøður nú? Kundi tú byrjað aftur?
Kann onkur í tykkara familju vera hjálparpionerur í ein ella fleiri mánaðir? Viss tú ikki hevur so nógva orku, kanst tú kanska klára tímarnar við at boða eitt sindur hvønn dag. Viss tú arbeiðir fulla tíð ella gongur í skúla, og tí ikki hevur so nógva tíð mitt í viku, kanst tú kanska velja ein mánað við heiligdøgum ella fimm vikuskiftum. Skrivið í ein kalendara, nær tit kunnu vera hjálparpionerar, og gerið eina ætlan fyri, hvussu tit náa tímarnar. – Orð 21:5.
HYGG AT VIDEONUM VÆR MODIG SOM … PIONER, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUNUM:
-
Hvussu tók Jehova sær av systur Aamand? Hvat lærir tað okkum?