DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Ólýdni hevur syrgiligar avleiðingar við sær
Nakrir ísraelsmenn giftu seg við kvinnum, sum tilbóðu avgudar (Ezr 9:1, 2; w06-D 15/1 20 stk. 1)
Teir vildu ikki lurta eftir greiðu boðunum frá Jehova (Ezr 9:10-12)
Tað hevði nógvar syrgiligar avleiðingar við sær, at teir ikki aktaðu – bæði fyri teir sjálvar og fyri familjurnar hjá teimum (Ezr 10:10, 11, 44)
Alt, sum Jehova biður okkum gera, er til okkara egna besta. (w09-D 1/10 10 stk. 6) Tá ið vit fylgja hansara boðum, sleppa vit undan nógvum trupulleikum nú og fáa eisini eina fantastiska framtíð.
SPYR TEG SJÁLVAN: Hvørjum trupulleikum eri eg sloppin undan, av tí at eg havi aktað Jehova?