LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvørji mál hevur tú sett tær fyri nýggja tænastuárið?
Andalig mál eru øll mál, sum vit arbeiða upp á fyri at kunna gera meira í tænastuni fyri Jehova og gleða hann. Tey hjálpa okkum at gera andalig framstig og eru verd at brúka tíð og orku upp á. (1Tim 4:15) Hví er tað gott, at vit av og á endurskoða málini, vit hava sett okkum? Tí okkara umstøður broytast. Eitt mál, sum vit settu okkum fyri eini tíð síðani, er kanska ikki realistiskt longur. Ella kanska hava vit rokkið málinum og kunnu seta okkum eitt nýtt.
Tað er gott at seta sær mál, áðrenn nýggja tænastuárið byrjar. Hví ikki tosa um tað á teokratisku familjukvøldinum og seta tykkum nøkur persónlig mál og mál fyri familjuna?
Hvørji mál hevur tú sett tær á hesum økjum, og hvat fert tú at gera fyri at røkka teimum?
At lesa í Bíbliuni, studera persónliga, koma á møti, svara á møtunum – w02-D 15/6 14-15 stk. 14-15
Boðanin – w23.05 27 stk. 4-5
Kristnir eginleikar – w22.04 23 stk. 5-6
Onnur mál: