Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Serligt átak um Guds ríki í september

Serligt átak um Guds ríki í september

Í september fara vit at gera nógv burtur úr at fortelja fólki, at Guds ríki er einasta loysnin upp á trupulleikarnar í heiminum. (Mt 24:14) Hvussu gera vit? Vit kunnu vísa eitt bíbliuørindi um Guds ríki fyri so nógvum fólkum sum gjørligt. Um onkur vísir áhuga, kunnu vit bjóða honum eitt eintak av Vakttorninum nr. 2 2020. Og so er tað gott at fara aftur til viðkomandi, so skjótt sum til ber, og royna at byrja ein bíbliulestur við heftinum Eitt gott lív nú og í allar ævir. Øll, sum eru hjálparpionerar í september, kunnu velja at brúka 15 ella 30 tímar í boðanini.

Um stutta tíð fer Guds ríki at knúsa allar ríkisstjórnir, sum standa ímóti tí. (Dán 2:44; 1Kor 15:24, 25) Latið okkum tí brúka henda serliga møguleikan at vísa, at vit stuðla Jehova og hansara ríki!