Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Vís trúfastan kærleika sum Jehova

Vís trúfastan kærleika sum Jehova

Jehova er tað besta fyridømið í at vísa trúfastan kærleika. (Slm 103:11) Hesin kærleikin er ikki ein yvirfladisk kensla, sum kemur og fer. Trúfastur kærleiki er sum eitt sterkt band, ið ikki slitnar. Jehova vísti sínum fólki trúfastan kærleika upp á nógvar mátar. Hann fríaði tey úr trældómi í Egyptalandi og leiddi tey inn í lovaða landið. (Slm 105:42-44) Hann vardi sítt fólk og fyrigav teimum aftur og aftur, tá ið tey syndaðu móti honum. (Slm 107:19, 20) Tá ið vit geva okkum stundir at hugsa um, hvussu Jehova vísir trúfastan kærleika, fáa vit hug at gera sum hann. – Slm 107:43.

HYGG AT VIDEONUM ’TÆNK OVER JEHOVAS STORE LOYALE KÆRLIGHED’, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu kunnu vit vísa trúfastan kærleika?

  • Hví kann tað vera ringt at vísa trúfastan kærleika?