Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kokkinakis móti Grikkalandi: Droit réservé

Ovast: West Virginia State Board of Education móti Barnette; Kokkinakis móti Grikkalandi Niðast: Cha og aðrir móti Suðurkorea; Taganrog LRO og onnur móti Russlandi

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu hava vit ’vart og staðfest’ tey góðu tíðindini?

Hvussu hava vit ’vart og staðfest’ tey góðu tíðindini?

Tá ið mótstøðufólk royndu at steðga tempulbyggjarínum, gjørdu ísraelsmenn nakað fyri at vísa, at teir høvdu rætt til at halda fram. (Ezr 5:11-16) Í dag ’verja og staðfesta’ Jehova vitni eisini sín rætt til at boða tey góðu tíðindini. (Flp 1:7) Tí bleiv ein løgfrøðilig deild stovnað á høvuðsskrivstovuni í 1936. Henda deildin verjir okkara rættindi um allan heimin. Hvat hevur hon gjørt, sum hevur hjálpt Guds fólki?

HYGG AT VIDEONUM ET BESØG HOS DEN JURIDISKE AFDELING PÅ HOVEDKONTORET, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørjar løgfrøðiligar trupulleikar hava Jehova vitni havt?

  • Hvørji rættarmál hava vit vunnið?

  • Hvat kunnu vit øll gera fyri at ’verja og staðfesta’ tey góðu tíðindini?

  • Hvar á heimasíðuni hjá okkum finna vit tíðindi um løgfrøðiligu gongdina, sum ávirkar Jehova vitni og ein lista við nøvnum á teimum, sum eru í fongsli fyri sína trúgv?