Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tey gera alt, tey kunnu, fyri at tæna okkum

Tey gera alt, tey kunnu, fyri at tæna okkum

Fylkisumsjónarmenn og konur teirra vísa, at tey eru góð við øll í samkomuni. Líkasum vit, kunnu tey eisini blíva troytt, mótleys og stúrin. (Ják 5:17) Allíkavæl vitja tey eina nýggja samkomu hvørja viku og gera alt, hvat tey kunnu, fyri at uppmuntra brøðurnar og systrarnar har. Fylkisumsjónarmenninir hava virkuliga uppiborið, at vit vísa teimum „tvífaldan heiður“. — 1Tim 5:17.

Tá ið Paulus skuldi vitja samkomuna í Róm og geva teimum eina andaliga gávu, gleddi hann seg til at blíva uppmuntraður saman við teimum. (Róm 1:11, 12) Hevur tú hugsað um, hvussu tú kanst uppmuntra fylkisumsjónarmannin og konu hansara, viss hann er giftur?

HYGG AT VIDEONUM HVERDAGEN FOR EN KREDSTILSYNSMAND I ET FJERNTLIGGENDE OMRÅDE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu vísa fylkisumsjónarmenn og konur teirra, at tey eru góð við vinirnar í samkomuni?

  • Hvussu hevur tað, sum tey gera, hjálpt tær?

  • Hvussu kunnu vit uppmuntra tey?