Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

26. august – 1. september

SÁLMUR 78

26. august – 1. september

Sangur nr. 97 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Hvat lærir tað okkum, at ísraelsmenn vóru trúleysir?

(10 min.)

Ísraelsmenn gloymdu alt tað góða, sum Jehova hevði gjørt fyri teir (Slm 78:11, 42; w96-D 1/12 29-30)

Teir vóru ikki takksamir fyri tað, sum Jehova hevði givið teimum (Slm 78:19; w06-D 15/7 17 stk. 16)

Teir lærdu ikki av sínum feilum, men blivu við at vera trúleysir móti Jehova (Slm 78:40, 41, 56, 57; w11-D 1/7 10 stk. 3-4)


HUGSA UM HETTA: Hvat kann hjálpa okkum at vera trúføst móti Jehova?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 78:24, 25 – Hví bleiv manna kallað „himmalkorn“ og „einglabreyð“? (w06-D 15/7 11 stk. 4)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 5, punkt 5)

5. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Brúka ein faldara til at byrja eitt prát. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 5, punkt 4)

6. Byrja eitt prát

(1 min.) HÚS ÚR HÚSI. Tann vitjaði biður teg gera skjótt av. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 2, punkt 5)

7. Byrja eitt prát

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Fortel upp á ein natúrligan máta, at tú ert eitt Jehova vitni, uttan at tosa um Bíbliuna. Bjóða eitt bíbliuskeið. (lmd partur 2, punkt 4)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 96

8. Vit kunnu læra av evangeliiboðaranum Filipi

(15 min.) Orðaskifti.

Í Bíbliuni lesa vit bæði um góð og ring fyridømi. Vit mugu brúka tíð og orku upp á at læra av teimum. Umframt at lesa frásøgurnar um tey, mugu vit hugsa gjølla um, hvat vit kunnu læra, og síðani brúka tað í okkara lívi.

Filip var kendur fyri at vera ’fullur av Anda og vísdómi’. (Áps 6:3, 5) Hvat kunnu vit læra av honum?

Vís VIDEOIÐ Lær af bibelske personer – Evangelieforkynderen Filip. Spyr síðani áhoyrararnar, hvat teir hava lært av …

  • tí, sum Filip gjørdi, tá ið umstøðurnar hjá honum broyttust. – Áps 8:1, 4, 5

  • signingunum, sum Filip fekk, tí hann var villigur at flyta, har tørvurin var størri. – Áps 8:6-8, 26-31, 34-40

  • signingunum, sum Filip og familjan fingu, tí tey vóru gestablíð. – Áps 21:8-10

  • tí, sum familjan í videonum gjørdi fyri at taka eftir Filipi.

9. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 101 og bøn