29. juli – 4. august
SÁLMUR 69
Sangur nr. 13 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)
1. Profetiir um Jesus í Sálmi 69
(10 min.)
Jesus bleiv hataður uttan grund (Slm 69:5; Jóh 15:24, 25; w11-D 15/8 11 stk. 17)
Jesus var íðin fyri sonnu tilbiðingini (Slm 69:10; Jóh 2:13-17; w10-D 15/12 8 stk. 7-8)
Jesus var í svárari angist og fekk eisini bjóðað vín blandað við gall (Slm 69:21, 22; Mt 27:34; Luk 22:44; Jóh 19:34; g95-D 22/10 31 stk. 4; it-1-D 707)
HUGSA UM HETTA: Hví læt Jehova profetiir um Messias koma við í Hebraisku skriftirnar?
2. Andaligir gimsteinar
(10 min.)
-
Slm 69:31, 32 – Hvussu kunnu hesi ørindini hjálpa okkum at forbetra okkara bønir? (w99-D 15/1 18 stk. 11)
-
Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
3. Upplestur úr Bíbliuni
(4 min.) Slm 69:1-26 (th venjing 2)
4. Ver tolin – Hvat gjørdi Jesus?
(7 min.) Orðaskifti. Vís VIDEOIÐ, og tosa síðani um lmd part 8, punktini 1-2.
5. Ver tolin – Ger sum Jesus
(8 min.) Orðaskifti grundað á lmd part 8, punktini 3-5 og „Sí eisini“.
Sangur nr. 134
6. Samkoman leggur til rættis
(5 min.)
7. Góð ráð til familjulesturin
(10 min.) Orðaskifti.
Í januar 2009 blivu samkomubókalesturin, teokratiski skúlin og tænastumøtið lagt saman til eitt møti mitt í viku. Tað gjørdi, at vit fingu eitt kvøld hvørja viku, sum vit kundu brúka til familjulestur. Nógv hava fortalt, hvussu glað tey eru fyri hetta, tí tað hevur hjálpt teimum at fáa eitt tættari samband við Jehova og við hvønn annan. – 5Mós 6:6, 7.
Hvat kann hjálpa teimum, sum eru familjuhøvd, at gera familjulesturin spennandi og hugnaligan?
-
Ger tað regluliga. Viss tað ber til, er tað gott at hava familjulesturin somu tíð hvørja viku. Hav ein plan B, viss okkurt óvæntað hendir
-
Fyrireika teg. Tosa við konuna og spyr eisini børnini av og á, um tey hava nøkur uppskot. Tað er ikki altíð neyðugt at brúka so nógva tíð upp á at fyrireika seg, serliga ikki viss familjan dámar at gera nakað tað sama hvørja viku
-
Tillaga innihaldið. Tað, sum børnini hava brúk fyri, broytist so hvørt, sum tey verða eldri. Familjulesturin eigur at hjálpa øllum at blíva enn betri vinir við Jehova
-
Ger tað hugnaligt og avslappandi. Viss veðrið er gott, kunnu tit kanska studera uttandura av og á. Tit kunnu hava ein steðg, viss tit hava brúk fyri tí. Tað er gott at tosa við børnini um avbjóðingarnar, sum tey hava, men familjulesturin skal ikki brúkast til at kritisera ella rættleiða børnini
-
Hav variatión í. Tit kunnu til dømis fyrireika okkurt til næsta møtið, hyggja eftir einum video á jw.org og tosa um tað, ella øva okkurt saman til boðanina. Sjálvt um familjulesturin fyrst og fremst snýr seg um at tosa saman um andalig ting, so kann mann eisini brúka nakað av tíðini til at studera hvør sær
Tosa um henda spurningin:
-
Hvussu hava tit brúkt hesi ráðini, tá ið tit hava familjulestur?
8. Samkomubíbliulestur
(30 min.) bt kap. 13 stk. 8-16, ramman á s. 105