Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

5.-11. august

SÁLMUR 70-72

5.-11. august

Sangur nr. 59 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Fortel komandi ætt um Guds kraft

(10 min.)

Jehova vardi Dávid, tá ið hann var ungur (Slm 71:5; w99-D 1/9 18 stk. 17)

Jehova hjálpti Dávidi, tá ið hann var blivin gamal (Slm 71:9; g04-D 8/10 23 stk. 3)

Dávid fortaldi teimum ungu um tað, sum hann hevði upplivað, fyri at uppmuntra tey (Slm 71:17, 18; w14-D 15/1 23 stk. 4-5)

SPYR TEG SJÁLVAN: Hvønn í samkomuni, sum hevur tænt Jehova leingi, kunnu vit gera eina samrøðu við, tá ið vit hava familjulestur?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 72:8 – Hvussu gekk lyftið, sum Jehova gav Ábrahami í 1. Mósebók 15:18, út, tá ið Sálomon var kongur? (it-1-D 511)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) HÚS ÚR HÚSI. Enda prátið upp á ein positivan máta, tá ið tann vitjaði vil trætast. (lmd partur 4, punkt 5)

5. Menn áhugan

(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Tosa við ein í familjuni, sum tú fyrr hevur boðað fyri, men sum aftrar seg við at kanna Bíbliuna. (lmd partur 8, punkt 4)

6. Fortel øðrum um tína trúgv

(5 min.) Fyrilestur. ijwfq grein 49 – Evni: Hví hava Jehova vitni broytt nakrar av sínum lærusetningum? (th venjing 17)

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 76

7. Ein læruríkur og hugnaligur familjulestur

(15 min.) Orðaskifti.

Tað er viktigt at hava familjulestur, tí tá kunnu foreldur læra børnini um Jehova. (Ef 6:4) Sjálvt um tað kanska krevur eitt sindur av øllum í familjuni, kann tað verða ordiliga hugnaligt, serliga so hvørt sum børnini fara at dáma betur at studera. (Jóh 6:27; 1Pæt 2:2) Viss foreldur brúka uppskotini í rammuni „ Uppskot til familjulesturin“, kann familjulesturin blíva bæði læruríkur og hugnaligur. Tosa um rammuna, og set síðani hesar spurningarnar:

  • Hvørji uppskot hava tit hug at prøva?

  • Hava tit annars prøvað nakað, sum riggar væl?

Vís VIDEOIÐ Jeres familiestudie kan blive ved med at være spændende. Set síðani henda spurningin:

  • Hvussu kann maðurin gera familjulesturin spennandi fyri konuna, viss eingi børn eru í húsinum longur?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 123 og bøn