Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 45-51

Jehova vísir ikki einum sundurbrotnum hjarta frá sær

Jehova vísir ikki einum sundurbrotnum hjarta frá sær

Dávid skrivaði Sálm 51, eftir at Natan profetur hevði gjørt vart við álvarsligu syndina, Dávid hevði framt við Batsebu. Samvitskan sló Dávid, og hann játtaði eyðmjúkur sína synd. – 2Sá 12:1-14.

Dávid hevði syndað, men tað bar enn til at fáa andaliga heilsubót

51:5, 6, 10-14, 19

  • Áðrenn hann angraði og játtaði sína synd, plágaði samvitskan hann

  • At missa Guds tokka píndi hann so nógv, at hann kendi seg sum ein mann, hvørs bein vóru sorað

  • Honum longdist eftir at fáa fyrigeving, andaliga heilsubót og at kenna ta gleði, hann áður hevði kent

  • Hann bað eyðmjúkur Jehova hjálpa sær at akta

  • Hann var vísur í, at Jehova fór at fyrigeva honum