LÍVIÐ SUM KRISTIN
„Gud er hjálpari mín“
Sálmarnir 52-59 lýsa, hvørjar kenslur Dávid hevði, tá ið hann var fyri ymiskum royndum í lívinum. Hann hevði tó álit á Jehova í hesum torføru tíðum. (Sl 54:6; 55:23) Hann prísaði eisini orði Jehova. (Sl 56:11) Hvussu er við okkum? Royna vit at menna somu trúgv og sama álit á Gud? Leita vit okkum ráð í hansara orði, tá ið vit hava trupulleikar? (Orð 2:6) Hvørji ørindi í Bíbliuni hjálptu tær, tá ið ...
-
tú vart mótleysur ella hugtungur?
-
tú vart sjúkur?
-
tú kendi teg særdan av onkrum?
-
tú vart fyri mótstøðu?