Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 52-59

Kasta tína byrðu á Jehova

Kasta tína byrðu á Jehova

Dávid var fyri nógvum royndum í lívinum. Nakað av tí, hann hevði upplivað, tá ið hann skrivaði Sálm 55, var ...

  • Háðan

  • Atsókn

  • Skuldarkensla

  • Sorgarleikur í familjuni

  • Sjúka

  • Svik

Sjálvt tá ið byrðurnar tóktust ótolandi, megnaði Dávid at bera tær. Hann gav øðrum, sum hava líknandi byrður at bera, hesi íblástu ráðini: „Kasta byrði tína á HARRAN!“

Hvussu kunnu vit brúka hetta ørindið í dag?

55:23

  1. Vit kunnu biðja inniliga til Jehova, tá ið vit hava trupulleikar, eru stúrin ella óttafull

  2. Vit kunnu leita okkum ráð og stuðul í orði Jehova og hansara samskipan

  3. Vit mugu gera okkara til at bøta um støðuna við at brúka meginreglurnar í Bíbliuni