LÍVIÐ SUM KRISTIN
Tit foreldur, gevið børnunum besta møguleikan at fáa eitt gott lív
Foreldur, sum elska Gud, vilja fegin, at børnini skulu tæna Jehova trúføst. Tey kunnu hjálpa børnunum at gera tað við at læra tey bíbilskar sannleikar, frá tey eru heilt smá. (5Mós 6:7; Orð 22:6) Krevur hetta, at foreldrini mugu ofra nakað? Avgjørt! Men lønin er alt stríðið vert. – 3Jóh 4.
Foreldur kunnu læra nógv av Jósefi og Mariu. Tey „fóru hvørt ár til Jerúsalem um páskahøgtíðina“, hóast hetta var strævið og hevði útreiðslur við sær. (Luk 2:41) Sum skilst, raðfestu tey andaliga tørvin hjá familjuni. Á sama hátt kunnu foreldur í dag, bæði við orðum og gerðum, brúka hvørt høvi at læra børnini at ganga røttu leið. – Slm 127:3-5.
HYGG AT FILMINUM DE GREB HVER EN MULIGHED, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu settu Jon og Sharon Schiller Guds ríki á fremsta plássið, meðan børnini vuksu upp?
-
Hví mugu foreldur laga upplæringina til tørvin hjá hvørjum einstøkum barni?
-
Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at klára trúarroyndir?
-
Hvørji amboð, sum vit hava fingið frá samskipan Jehova, hevur tú brúkt til at hjálpa tínum børnum at vaksa andaliga?