LÍVIÐ SUM KRISTIN
Sosialir miðlar – dett ikki í fellurnar
HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Sum flest øll amboð kunnu sosialu miðlarnir vera nyttuligir ella skaðiligir. Nøkur hava gjørt av ikki at brúka sosialar miðlar. Onnur brúka sosialu miðlarnar til at hava samband við familju og vinir. Men Djevulin vil hava okkum at brúka sosialu miðlarnar uttan fyrilit, tí tað kann skaða okkara umdømi og vinalag við Jehova. Eins og Jesus kunnu vit brúka meginreglur í Guds orði til at uppdaga vandar og sleppa okkum undan teimum. – Luk 4:4, 8, 12.
DETT IKKI Í HESAR FELLURNAR:
-
At brúka sosialar miðlar ov nógv. At sita í tímavís og gera ymiskt á sosialu miðlunum kann taka dýrabara tíð frá okkara andaliga virksemi
Bíbilskar meginreglur: Ef 5:15, 16; Flp 1:10
-
At hyggja at ivasomum tilfari. At hyggja at eggjandi myndum kann føra til siðloysi, ella at mann verður bundin av pornografi. Lesa vit tilfar ella bloggar hjá fráfalnum, kann tað skaða okkara trúgv
-
At skriva óhóskandi viðmerkingar ella leggja óhóskandi myndir út. Hjartað er svikafult, og tí kann tað fáa ein persón at skriva óhóskandi viðmerkingar ella leggja óhóskandi myndir út á ein sosialan miðil. Men hetta kann skaða umdømið hjá onkrum ella fáa viðkomandi at snáva andaliga
Bíbilskar meginreglur: Róm 14:13; Ef 4:29
HYGG AT FILMINUM BRÚKA SOSIALU MIÐLARNAR VIÐ SKILI, OG HUGSA SÍÐANI UM, HVUSSU TÚ KANST SLEPPA UNDAN AT KOMA Í HESAR STØÐURNAR: