LÍVIÐ SUM KRISTIN
Fylg fótasporum Jesusar
Jesus gav okkum eitt fyridømi at taka eftir, serliga tá ið vit eru fyri royndum ella verða atsøkt. (1Pæt 2:21-23) Hóast Jesus varð háðaður, lønti hann tað ongantíð aftur, heldur ikki tá ið hann bleiv píndur. (Mrk 15:29-32) Hvat hjálpti honum at halda út? Hann hevði sett sær fyri at gera Guds vilja. (Jóh 6:38) Hann hugsaði eisini um „gleðina, ið fyri Honum lá“. – Heb 12:2.
Hvat gera vit, tá ið vit verða illa viðfarin orsakað av okkara trúgv? Sonn kristin løna ikki „ilt fyri ilt“. (Róm 12:14, 17) Tá ið vit taka eftir Jesusi, sum helt út, tá ið hann var fyri líðingum, kunnu vit gleðast um at hava Guds tokka. – Mt 5:10-12; 1Pæt 4:12-14.
HYGG AT FILMINUM JEHOVAS NAVN ER DET VIGTIGSTE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu brúkti systir Pötzinger tíðina við skili, meðan hon sat avbyrgd í fongslinum?
-
Hvørjar líðingar máttu bróðir og systir Pötzinger tola í ymiskum fangalegum?
-
Hvat hjálpti teimum at halda út?