LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvat kanst tú læra av teimum, sum hava tænt Jehova í nógv ár?
Í okkara samkomum eru brøður og systrar, sum hava tænt Jehova í fleiri áratíggju. Tey kunnu læra okkum nógv um tað at hava álit á Jehova. Vit kundu til dømis spurt tey, hvussu tað hevur verið at vera ein partur av samskipanini hjá Jehova upp gjøgnum tíðina, hvørjar avbjóðingar tey hava havt, og hvussu Jehova hevur hjálpt teimum. Vit kunnu eisini bjóða teimum til okkara teokratiska familjukvøld og biðja tey fortelja eitt sindur um teirra lív í tænastuni fyri Jehova.
Um tú hevur tænt Jehova í nógv ár, er tað gott, at tú fortelur øðrum í samkomuni um, hvussu Jehova hevur hjálpt tær. Jákup og Jósef fortaldu sínum eftirkomarum um tað, sum Jehova hevði gjørt fyri teir. (1Mós 48:21, 22; 50:24, 25) Seinni segði Jehova, at foreldur skuldu læra síni børn um hansara stóru verk. (5Mós 4:9, 10; Slm 78:4-7) Í dag kunnu foreldur og onnur í samkomuni fortelja teimum yngru um alt tað góða, sum tey hava sæð Jehova gera gjøgnum sína samskipan.
HYGG AT FILMINUM ENHED UNDER FORBUD, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu hjálpti deildarskrivstovan í Eysturríki okkara trúarfelagum í londum, har okkara arbeiði var bannað?
-
Hvat gjørdu brøðurnir í hesum londunum fyri at varðveita eina sterka trúgv?
-
Hví fóru nógvir boðarar í Rumenia úr samskipanini hjá Jehova, og hvat fekk teir at koma aftur?
-
Hvussu styrkir tað tína trúgv at hoyra um hetta?