Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 11-18

Hvør kann vera gestur í tjaldi Jehova?

Hvør kann vera gestur í tjaldi Jehova?

Skulu vit vera gestir í tjaldi Jehova, mugu vit vera vinir Guds, hava álit á honum og akta hann. Sálmur 15 lýsir, hvørjum Jehova hyggur at, tá ið hann velur vinir.

EIN GESTUR HJÁ JEHOVA EIGUR ...

  • at vera ólastandi

  • at tala satt, enntá í hjartanum

  • at vísa øðrum tænarum hjá Jehova virðing

  • at halda orð, eisini tá ið tað er torført

  • at hjálpa teimum, sum tørvar tað, uttan at vænta nakað afturfyri

EIN GESTUR HJÁ JEHOVA EIGUR IKKI ...

  • at slatra og spilla onnur út

  • at gera næsta sínum ilt

  • at gera sær dælt av brøðrum og systrum sínum

  • at koma saman við teimum, sum ikki tæna ella akta Jehova

  • at taka ímóti mutri