LÍVIÐ SUM KRISTIN
Jehova gevur tær dirvi
Um tú gongur í skúla, ert tú so onkuntíð bangin fyri at fortelja øðrum, at tú ert eitt Jehova vitni og at tosa um tína trúgv? Um so er, hvussu kanst tú so ’fáa dirvi’ at fortelja um Jehova? (1Tess 2:2) Hví hevði tað verið gott? Tá ið tú hevur sæð filmin Jehova vil hjælpe dig til at være modig, kanst tú royna at svara hesum spurningunum:
-
Hvat dømi í Bíbliuni hjálpti Sofie at fáa dirvi?
-
Hvussu hjálpti tað Sofie, at tey øvaðu seg saman?
-
Hví er tað gott at fortelja tínum floksfelagum um Jehova?
-
Hvat hevur hesin filmurin lært teg, sjálvt um tú ikki gongur í skúla longur?