LÍVIÐ SUM KRISTIN
Vís kærleika í familjuni
Kærleiki er límið, sum fær eina familju at halda saman. Um tey, sum eru í eini familju, ikki elska hvønn annan, verður tað ringt hjá teimum at vera sameind og samstarva. Hvussu kunnu menn, konur og foreldur vísa kærleika í familjuni?
Ein góður maður hugsar um, hvat konan hevur brúk fyri, hvat hon heldur, og hvat hon følir. (Ef 5:28, 29) Hann tekur sær av familjuni bæði materielt og andaliga, millum annað við at hava eitt regluligt teokratiskt familjukvøld. (1Tim 5:8) Ein góð kona gevur seg undir mannin og vísir honum djúpa virðing. (Ef 5:22, 33; 1Pæt 3:1-6) Bæði maður og kona mugu vera villig at fyrigeva hvørjum øðrum. (Ef 4:32) Góð foreldur vísa øllum sínum børnum persónligan áhuga og læra tey at elska Jehova. (5Mós 6:6, 7; Ef 6:4) Hvørjar avbjóðingar hava teirra børn í skúlanum? Hvussu klára tey bólkatrýst? Tá ið øll í familjuni vísa kærleika, verður familjan eitt trygt stað at vera.
HYGG AT VIDEONUM VIS KÆRLIGHED I FAMILIEN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu hevur ein góður maður umsorgan fyri konu síni?
-
Hvussu vísir ein góð kona djúpa virðing fyri manninum?
-
Hvussu kunnu góð foreldur prenta Guds orð inn í børnini?