DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
’Tit skulu reka øll, sum búgva í landinum, burtur’
Jehova segði við ísraelitarnar, at teir skuldu fjerna alt úr tí lovaða landinum, sum kundi fáa teir at svíkja hann (4Mós 33:52, w10-D 1/8 23)
Jehova fór at hjálpa teimum at taka landið (4Mós 33:53)
Ísraelitarnir fóru at fáa trupulleikar, um teir ikki beindu fyri øllum sínum fíggindum (4Mós 33:55, 56; w08-D 15/2 27 stk. 5-6; it-1-D 1230 stk. 5)
Skulu vit gleða Jehova, mugu vit ikki gera nakað, sum gongur ímóti hansara moralnormum, ella sum skaðar okkara samband við hann. (Ják 1:21) Jehova fer at hjálpa okkum, so vit kunnu standa ímóti lyndinum at gera okkurt skeivt, og hann fer eisini at hjálpa okkum, so vit ikki lata okkum ávirka av tí ringa í heiminum.