Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI | FÁ STØRRI GLEÐI Í BOÐANINI

Ver eldhugaður

Ver eldhugaður

Eldhugi smittar. Tá ið vit eru eldhugað, kann tað geva øðrum hug at hoyra, hvat vit hava at fortelja. Og tað vísir eisini, at vit halda, at okkara boðskapur hevur stóran týdning. Líkamikið hvørja persónligheit ella bakgrund vit hava, kunnu vit øll læra at vísa eldhuga. (Róm 12:11) Hvussu tá?

Hugsa fyrst um, hvussu stóran týdning tað, sum tú vilt siga, hevur. Tú sleppur at „bera fram góðan boðskap“. (Róm 10:15) Hugsa síðani um, hvussu tey góðu tíðindini kunnu hjálpa teimum, sum lurta, at fáa eitt betri lív. Tey hava virkuliga brúk fyri at hoyra tað, sum tú hevur at siga. (Róm 10:13, 14) Og at enda má tað hoyrast á tínum máli og síggjast á tínum andliti og handakeipum, at tú ert glaður fyri tað, sum tú hevur at fortelja.

HYGG AT VIDEONUM OPLEV GLÆDEN VED AT GØRE ANDRE TIL DISCIPLE – BLIV EN DYGTIGERE FORKYNDER – UNDERVIS MED ENTUSIASME, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví var Nellie ikki so eldhugað fyri bíbliulestrinum við Lærke longur?

  • Hvat hjálpti Nellie at blíva eldhugað aftur?

  • Ver eldhugaður – tað smittar

    Hví skulu vit fokusera upp á teir góðu eginleikarnar hjá teimum, sum vit undirvísa?

  • Hvussu kann tað, at vit eru eldhugað, ávirka okkara næmingar og onnur?