Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Brúka aktuell tíðindi, tá ið tú boðar

Brúka aktuell tíðindi, tá ið tú boðar

Jesus brúkti aktuell tíðindi í síni boðan. (Luk 13:1-5) Tú kanst eisini brúka aktuell tíðindi fyri at vekja áhuga, tá ið tú boðar. Fyrst kanst tú til dømis nevna fíggjarligar trupulleikar, eina náttúruvanlukku, ófrið í heiminum, rúsevnismisnýtslu ella okkurt líknandi. Aftan á kanst tú spyrja: „Heldur tú, at vit nakrantíð sleppa av við …?“ ella „Hvat man loysnin vera upp á …?“ Les síðani eitt bíbliuørindi, sum passar til. Viss viðkomandi vísir áhuga, kanst tú vísa honum lesnað ella eitt video úr amboðskassanum. Vit vilja ’gera alt fyri evangeliums skuld’, og tí royna vit at siga nakað, sum vekur áhuga. – 1Kor 9:22, 23.

Hvørji evni høvdu riggað væl í tínum øki?