LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hav tamarhald á tínum lystum
Vit eru ófullkomin, og tí mugu vit alla tíðina stríðast fyri at hava tamarhald á okkum sjálvum. Viss vit bara fylgja okkara lystum, kunnu vit missa okkara vinalag við Jehova. Summi lata mat, klæðir og hús koma fram um teirra vinalag við Jehova. Onnur nøkta sínar seksuellu lystir upp á ein máta, sum ikki samsvarar við Guds normar. (Róm 1:26, 27) Og uppaftur onnur geva eftir fyri bólkatrýsti, tí tey gjarna vilja passa inn ella blíva dámd. – 2Mós 23:2.
Hvussu kunnu vit hava tamarhald á okkum sjálvum? Vit mugu gera okkara besta fyri at fokusera upp á tað andaliga. (Mt 4:4) Vit mugu eisini biðja inniliga til Jehova um hjálp. Hví tað? Tí hann veit, hvat er gott fyri okkum, og hann kann uppfylla okkara ynski upp á tann besta mátan. – Slm 145:16.
HYGG AT VIDEONUM LAT IKKI LÍVIÐ FARA UPP Í ROYK, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví roykja summi?
-
Hví er tað skaðiligt at roykja?
-
Hví er tað skeivt at roykja og brúka e-sigarettir? – 2Kor 7:1
-
Hvussu kanst tú siga nei, tá ið onkur vil hava teg at roykja, ella leggja av, um tú longu roykir?