DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
Lat teg ikki stýra av skeivum ynskjum
Dávid læt eitt skeivt ynski vaksa í sínum hjarta (2Sám 11:2-4; w21.06-D 17 stk. 10)
Dávid misbrúkti sítt vald til at fjala út yvir sína synd (2Sám 11:5, 14, 15; w19.09-D 17 stk. 15)
Syndin hjá Dávidi fekk ræðuligar avleiðingar fyri hann (2Sám 12:9-12; w18.06-D 17 stk. 7)
Vit hava brúk fyri sjálvstamarhaldi, viss vit skulu lata vera við at hyggja at nøkrum ella hugsa um nakað, sum er skeivt. (Gal 5:16, 22, 23) Jehova kann hjálpa okkum, so vit ikki lata skeiv ynski vaksa í okkara hjarta.
SPYR TEG SJÁLVAN: Á hvørjum økjum má eg vera raskari at stýra mínum tonkum?