LÍVIÐ SUM KRISTIN
Brúka Eitt gott lív nú og í allar ævir til at hjálpa øðrum at fáa trúgv á Jehova og Jesus
Bíbliulestrarnæmingar mugu uppbyggja eina sterka trúgv, so teir kunnu gera tað, sum gleðir Jehova. (Heb 11:6) Vit kunnu hjálpa teimum við hesum, viss vit brúka bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir. Í hesari bókini verða viktig bíbliuørindi viðgjørd. Hon hevur góðar grundgevingar, spurningar, myndir og eisini video. Tá ið vit hjálpa okkara næmingum at fáa eitt vinalag við Gud og at uppdyrka kristnar eginleikar, byggja vit við eldfastum tilfari. – 1Kor 3:12-15.
Summi halda ikki, at tað er so lætt at blíva vinur við Gud, tí mann ikki sær hann. So vit mugu hjálpa teimum at læra Jehova at kenna og fáa álit á hann.
HYGG AT VIDEONUM OPBYG ANDRES TRO PÅ JEHOVA VED AT BRUGE „ET HÅB OM EN LYS FREMTID“, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu sást tað, at systirin hevði fyrireikað seg væl til bíbliulesturin?
-
Hvussu hjálpti hon næminginum at skilja tankan í Esaias 41:10, 13?
-
Hvussu ávirkaðu videoið og bíbliuørindini næmingin?
Nógv skilja ikki, hvat loysigjaldið er, ella duga kanska ikki at síggja tað sum eina gávu til teirra frá Gudi. (Gal 2:20) Tí mugu vit hjálpa teimum at fáa trúgv á tað ofrið, sum Jesus læt.
HYGG AT VIDEONUM OPBYG ANDRES TRO PÅ JESUS VED AT BRUGE „ET HÅB OM EN LYS FREMTID“, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu sást tað, at bróðirin hevði fyrireikað seg væl til bíbliulesturin?
-
Hvussu brúkti hann tilfarið undir „Hygg at hesum“ upp á ein góðan máta?
-
Hvussu kann bøn hjálpa næminginum?