LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ert tú fyrireikaður upp á, at ófriður kann taka seg upp?
So hvørt sum endin nærkast, vænta vit, at tað blívur meiri ófriður, yvirgangur og kríggj í heiminum. (Opb 6:4) Hvussu kunnu vit fyrireika okkum til tað, sum fer at henda?
-
Fyrireika teg, so tú klárar at vera trúfastur: Leita eftir bíbilskum meginreglum og frásøgum, sum kunnu styrkja títt álit á Jehova og samskipanina og hjálpa tær at vera uttanveltaður. (Orð 12:5; jr-D 125-126 stk. 23-24) Knýt sterk vinabond í samkomuni nú. – 1Pæt 4:7, 8.
-
Hav skil á teimum praktisku tingunum: Syrg fyri at hava eina rímiliga nøgd av mati, vatni og heilivági á goymslu, viss tað verður neyðugt at vera heima í eitt tíðarskeið. Ger eina rýmingarætlan. Kekka neyðtaskuna og tryggja tær, at tú hevur alt tað, sum tú skalt brúka, millum annað munnbind, handskar og pengar. Hav greiðu á, hvussu tú kanst koma í samband við teir elstu, og syrg fyri, at teir vita, hvussu teir kunnu koma í samband við teg. – Es 32:2; g17.5-D 3-7
Halt fast við tínar andaligu vanar, um ófriður skuldi tikið seg upp. (Flp 1:10) Far ikki út uttan so, at tað er alneyðugt. (Mt 10:16) Gev tínum brøðrum og systrum burtur av tí, sum tú hevur á goymslu. – Róm 12:13.
HYGG AT VIDEONUM ER DU FORBEREDT PÅ EN KATASTROFE? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu kann Jehova hjálpa okkum, tá ið vit eru í eini neyðstøðu?
-
Hvussu kunnu vit fyrireika okkum?
-
Hvussu kunnu vit hjálpa øðrum, sum eru í eini neyðstøðu?