Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tú mást verja teg ímóti teimum fráfalnu

Tú mást verja teg ímóti teimum fráfalnu

Satan og tey, sum eru ávirkað av honum, blanda ofta sannleika við lygn fyri at fáa okkum at ivast í trúnni. (2Kor 11:3) Til dømis brúktu assýrar hálvar sannleikar og beinleiðis lygnir fyri at taka mótið frá Guds fólki. (2Kr 32:10-15) Tey fráfalnu gera tað sama í dag. Hvat skulu vit gera, viss vit síggja ella hoyra okkurt frá teimum fráfalnu? Vit skulu minnast til, at tað er sum gift fyri okkum! Les ongantíð tað, sum tey hava skrivað, svara teimum ikki og endurtak ikki tað, tey hava sagt. Ver skjótur at varnast upplýsingar, sum sáa iva um Jehova og hansara samskipan, og vís tær burtur. – Jud 3, 4.

HYGG AT VIDEONUM ’KÆMP EN HÅRD KAMP FOR TROEN!’ – UDDRAG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví mugu vit vera varin, viss vit skriva saman við øðrum í einum kjakforumi á netinum?

  • Hvussu kunnu vit fylgja ráðnum í Rómbrævinum 16:17?