LÍVIÐ SUM KRISTIN
Brúkar tú ljóðútgávuna av Bíbliuni?
Hvat er ljóðútgávan av Bíbliuni? Tað er ein ljóðupptøka av endurskoðaðu útgávuni av New World Translation. Ljóðupptøkurnar av bókunum í Bíbliuni verða givnar út á so nógvum málum sum gjørligt, so hvørt sum tær verða spældar inn. Nakað, sum er serligt við hesari upptøkuni, er, at ymiskar røddir verða brúktar til persónarnar. Teksturin verður lisin við rættari herðing og innliving, soleiðis at boðskapurin í Bíbliuni verður lættari at skilja.
Hví dámar nógvum væl at lurta eftir ljóðútgávuni av Bíbliuni? Nógv av teimum, sum plaga at lurta eftir Bíbliuni, dáma væl, at frásøgurnar blíva so livandi. Tey halda, at tað ger stóran mun, at teir ymisku persónarnir í Bíbliuni hava ymiskar røddir, tí so duga tey betur at síggja hendingarnar fyri sær og skilja tað, sum er skrivað. (Orð 4:5) Nógv halda eisini, at tað at lurta eftir Bíbliuni ger, at tey blíva meira rólig, tá ið tey hava nógvar stúranir. – Slm 94:19.
Tá ið vit hoyra Guds orð lisið hart, kann tað hava stóra ávirkan á okkum. (2Kr 34:19-21) Kundi tú fingið tær til vana at lurta eftir ljóðupptøkum av Bíbliuni, viss hon er á einum máli, sum tú skilur?
HYGG AT VIDEONUM FREMSTILLING AF LYDUDGAVEN AF BIBELEN – UDDRAG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGINUM:
Hvat imponerar teg í sambandi við ljóðútgávuna av Bíbliuni?