LÍVIÐ SUM KRISTIN
Jehova er pápi at teimum, sum ongan pápa eiga
Hvørt ár velja nógv ung at blíva vinir við Jehova. (Slm 110:3) Jehova er góður við tykkum ungu. Hann veit, hvat tit stríðast við, og lovar, at hann gjarna vil hjálpa tykkum, so tit kunnu blíva við at tæna honum. Viss tú ikki býrt saman við báðum foreldrunum, so er tað gott at minnast til, at Jehova er „faðir faðirleysra“. (Slm 68:6) Við hansara hjálp kanst tú halda fram at tæna Jehova, líkamikið hvussu støðan er heima hjá tykkum. – 1Pæt 5:10.
HYGG AT VIDEONUM NOGLE DER KÆMPER FOR TROEN OG KLARER DET – DE DER ER VOKSET OP I EN ENEFORSØRGERFAMILIE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvat læra vit av Tammy, Charles og Jimmy?
-
Hvussu kann tað, sum stendur í Sálmi 27:10, hjálpa teimum, sum bara búgva saman við tí eina av foreldrunum?