LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ert tú fyrireikaður til eina fíggjarkreppu?
Tað yvirraskar okkum ikki, tá ið ymiskar hendingar í heiminum skapa ein óstøðugan búskap. Hví ikki? Tí vit liva í endanum av teimum síðstu døgunum, og Bíblian ávarar okkum ímóti at seta okkara álit á tað „ótrygga ríkidømi“. (1Tim 6:17; 2Tim 3:1) Hvussu kunnu vit taka eftir Jósafati og fyrireika okkum til eina fíggjarkreppu?
Jósafat hevði álit á Jehova, tá ið aðrar tjóðir ætlaðu at leypa á Guds fólk. (2Kr 20:9-12) Hann gjørdi eisini nakað ítøkiligt fyri at fyrireika fólkið; hann syrgdi fyri hermannalegum í Juda og styrkti verjuna í býunum. (2Kr 17:1, 2, 12, 13) Líkasum Jósafat mugu vit líta á Jehova og fyrireika okkum til torførar tíðir.
HYGG AT VIDEONUM ER DU FORBEREDT PÅ EN KATASTROFE? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvat kann mann gera fyri at fyrireika seg til eina vanlukku?
-
Hvussu kunnu vit fyrireika okkum, so vit kunnu hjálpa øðrum?